Seinastu árini er áhugin fyri seyming, bæði úr nýggjum og úr endurnýtslutilfari, nógv vaksin. Hóast nógvur íblástur er at finna bæði rundan um okkum og á alnótini, so eru vit framvegis nógv, sum eru glað fyri møguleikan til at luttaka á stuttum skeiðum við persónligari undirvísing.
Tilmelding og gjalding fer eisini fram her online. Er onki pláss eftir á einum ávísum skeiði, ber til at skriva teg á bíðilistan. Her ber til at síggja, hvørjum skeiðum vit skipa fyri.