Vælkomin til Lina.fo

Keyp seymimaskinur
og alt tað sum hoyrir til. 

Nethandil

Tann rætta seymimaskinan til júst tín tørv

Hevur tú brúk fyri nýggjari seymimaskinu? Tað er ikki altíð lætt at vita, hvør maskina er tann rætta. Seymimaskinur eru rættiliga ymiskar og vit royna tí at vegleiða teg í at finna maskinuna til júst tín tørv. Hetta gerst best við, at tú fært møguleika til at síggja og royna maskinurnar, áðrenn tú tekur avgerð.

Seymiskeið

Seinastu árini er áhugin fyri seyming, bæði úr nýggjum og úr endurnýtslutilfari, nógv vaksin. Hóast nógvur íblástur er at finna bæði rundan um okkum og á alnótini, so eru vit framvegis nógv, sum eru glað fyri møguleikan til at luttaka á stuttum skeiðum við persónligari undirvísing.

Tilmelding og gjalding fer eisini fram her online. Er onki pláss eftir á einum ávísum skeiði, ber til at skriva teg á bíðilistan. Her ber til at síggja, hvørjum skeiðum vit skipa fyri.

Scroll to Top