Handilstreytir hjá Lina.fo

Alment

Lina.fo
Undir Gørðum 2
625 Glyvrar
V-tal: 626236
Telefon: +298222451
Teldupost: lina@lina.fo

Prisir
Hja Lina.fo taka vit fyrivarni fyri møguligum feilum í prísum, upplýstir á heimasíðuni. Harumframt tilskila vit okkum rættin til at broyta prísirnar uttan samtykki frammanundan. Vit taka fyrivarni fyri útseldum vørum.

Gjalding
Lina.fo tekur ímóti gjaldi við VISA og MASTERCARD. Gjaldið verður trekt av tínari konto, tá vøran verður avgreidd. Allar upphæddir eru í donskum krónum við MVG. Fyrivarni verður tikið fyri feilum í prísum og útseldum/útgingnum vørum.

Levering
Hjá Lina.fo leggja vit okkum eftir at avgreiða bíleggingar innkomnar gerandisdagar áðrenn kl. 11.00 sama dag. Bíleggingar eftir hetta verða sendar næsta gerandisdag.
Vit senda til allar Føroyar. Prísurin fyri flutning er úr 49 kr. Um keypt verður fyri yvir 699 kr., verður vøran send ókeypis, um ikki annað er tilskilað við vøruna. Vørur verða bornar út til bústaðin, sum verður upplýstur tá bílagt verður.

Vørurnar verða sendar við Posta, men verða onkuntíð sendar við øðrum flutningsfelagi, um serlig atlit skulu takast. Vit avgreiða vørur allar gerandisdagar í vikuni. Fyri ávísar vørur kunnu serligar flutningstreytir gera seg galdandi. Í hesum førum verða treytirnar upplýstar frammanundan keypi av hesum vørum. 

Klagurættur
Sambært reglunum í keypilógini, hevur tú sum brúkari 24 mánaðar klagurætt uppá allar vørur. Klagurætturin er galdandi fyri feilir og manglar í tilfari og/ella framleiðslu. Hetta merkir, at tú antin kanst fáa vøruna umvælda, býtta um, fáa peningin aftur ella fáa avsláttur av prísinum, alt eftir tí ávísu støðuni. Klagurætturin er ikki galdandi um feilurin/mangulin er íkomin orsaka av skeivum brúki av vøruni ella av aðrari skaðaelvandi framferð. Tú skalt klaga innanfyri rímiliga tíð eftir at tú hevur uppdagað mangulin/feilin. Er klagan heimila, endurrinda vit tín fraktkostnað í rímiligan mun.

Afturgjald
Er talan um afturgjald, verður tú biðin um at senda okkum Skrásetingar- og kontunummar, so upphæddin kann flytast til tína kontu. Hesar upplýsingar kunnu sendast okkum við telduposti og verða bert brúktar í sambandi við afturgjaldingina.

Iðranarrættur
Tú kanst iðra teg um keyp í okkara nethandli innanfyri 7 dagar.
Iðranarfreistin gongur út 7 dagar eftir tann dagin, tú hevur móttikið tínar vørur.
Tú skalt innan 7 dagar frá móttøku geva okkum boð um, at tú ynskir at iðra keypið. Boðini kunnu sendast til lina@lina.fo. Í tínum boðum skalt tú gera okkum varug við, at tú ynskir at nýta tín iðranarrætt.

Afturbering
Hevur tú longu móttikið vørurnar, skalt tú bera tær aftur til Lina.fo uttan óneyðugar seinkingar og í seinasta lagi 7 dagar frá tí degi, tú hevur boðað okkum frá, at tú ynskir at brúka tín iðranarrætt. Freistin er hildin, um tú bert vørurnar aftur áðrenn teir 7 dagarnir eru farnir. Tú skalt sjálvur gjalda útreiðslurnar í sambandi við afturbering og tað er tín ábyrgd, at vøran er væl innpakkað. Tú hevur ábyrgdina av vøruni frá tí at hon er útborin og til vit hava móttikið hana aftur. 

Vit móttaka ikki vøru senda við eftirkravi. Standurin á vøruni, tá ið tú sendir hana aftur. Tú ábyrgdast bert fyri møguligum falli í virðinum á vøruni, ið skyldast aðrari handfaring enn hana, ið er neyðug fyri at staðfesta vøruslagið, eginleikar og tann hátt, vøran virkar. Tú kanst vi øðrum orðum royna vøruna á sama hátt, sum tú vildi gjørt í einum vanligum handli, men tú mást tó ikki taka hana í brúk. Um vøran er roynd meira enn lýst omanfyri, er vøran at rokna sum brúkt. Hetta merkir, at tú, um tú iðrar keypið, bert kanst fáa ein part av keypsupphæddini aftur ella einki, alt eftir handilsliga virðinum á vøruni.

Afturgjalding
Um tú iðrar keypið, endurrinda vit allar gjaldingar, vit hava fingið frá tær, eisini flutningskostnaðin (tó ikki eyka kostnaðir, ið standast av at tú hevur valt ein annan veitingarform enn tann bíligasta formin fyri standardflutningi, sum vit bjóða). Afturgjaldingin verður gjørd skjótast gjørligt og í seinasta lagi 14 dagar frá tí degi, vit hava móttikið tíni boð um, at tú ynskir at iðra gjørdu avtaluna. Vit kunnu afturhalda afturgjaldingina til vit hava móttikið vørurnar, ella tú hevur skjalprógvað, at vørurnar eru sendar aftur, alt eftir hvat er skjótast.

Avheintan á Glyvrum
Í okkara nethandli kanst tú velja at avheinta vøruna á Glyvrum. Á henda hátt er tað møguligt at bíleggja eina vøru online fyri síðani at heinta vøruna á okkara bústaði á Glyvrum. Í hesum førum eru somu treytir galdandi, sum tá keypt verður í vanligum handli. 

Rættindi
Øll rættindi til verkstovur, skeið, tiltøk og talgildar vørur/tænastur eru ogn hjá Lina.fo. Við at keypa hesi, fært tú loyvi til at brúka ta keyptu vøruna sum tilskilað er við vøruna.
Tín talgilda vøra/tænasta er persónlig og tað er ikki loyvt at selja, víðarisenda, lána út, geva burtur ella á annan hátt býta hesa út, hvørki privat ella handilsligt. Hetta er galdandi bæði fyri innihaldið av okkara online vørum, talgilt niðurtiknum vørum, verkstovum og skeiðum.

Persónsdatapolitikkur
Fyri at tú kanst gera eina avtalu við okkum og keypa á okkara heimasíðu, hava vit brúk fyri fylgjandi upplýsingum um teg:

Navn, Bústað, Telefonnummar, Teldupost og upplýsing um hvat tú hevur keypt. 

Vit viðgera tínar persónsupplýsingar við tí fyri eygað, at kunna veita tær vøruna og svara møguligum spurningum um tíni keyp, um tú setur teg í samband við okkum. Viðgerðin fer fram eftir reglunum í okkara persónsdatapolitikki fyri Lina.fo. Har kanst tú lesa meira um, hvussu tínar upplýsingar verða viðgjørdar, nær tær verða strikaðar og hvørji rættindi tú hevur sum skrásettur.

Scroll to Top