Cookies- og privatlívspolitikkur hjá Lina.fo
Kunning
Tá tú vitjar okkara heimasíðu, goyma vit upplýsingar um teg, sum verða brúktir til at tillaga og betra okkara innihald og til at betra um virðið av lýsingunum á síðuni. Um tú ikki vilt hava, at upplýsingar verða heintaðar, kanst tú strika tínar cookies (sí vegleiðing) og ikki brúka síðuna víðari. Niðanfyri hava vit útgreinað, hvørjar upplýsingar verða goymdar, hvat endamálið er við teimum og hvørjir triðjapartar hava atgongd til hesar.
Cookies
Heimasíðan brúkar cookies, sum er ein tekstfíla, sum verður goymd á tínari teldu, fartelefon, teldli e.l. við tí endamáli at kenna hana aftur, minnast stillingar, gera hagtøl og at miða lýsingar eftir. Cookies kunnu ikki hava skaðiligar kotur, sum t.d. virus. Tað er møguligt at strika ella forða fyri cookies. Sí vegleiðing á donskum HER.
Um tú strikar ellar forðar cookies, verða lýsingar minni viðkomandi fyri teg og koma oftari fyri. Harumframt er møguleiki fyri, at heimasíðan ikki virkar til fulnar og at tú ikki fært atgongd til alt innihald á síðuni.
Persónligar upplýsingar
Upplýsingar um persónar eru øll sløg av kunning, sum í ein ella annan mun, kann førast aftur til tín. Tá tú brúkar okkara heimasíðu, heinta og viðgera vit eina røð av slíkum upplýsingum. Hetta hendir t.d. við vanligari tilgongd av innihaldi, um tú meldar teg til okkara tíðindabræv, luttekur í kappingum ella kanningum, skrásetur teg som brúkara ella til hald ella í aðrar mátar gert brúk av tænastum ella keypir á heimasíðuni.
Vit heinta og viðgera fylgjandi sløg av upplýsingum: Eitt sermerkt ID og tekniskar upplýsingar om tína teldu, teldil ella fartelefon, títt IP-nummar, landafrøðiliga staðseting og hvørjar síður tú trýstur á (áhugamál). Í tann mun tú sjálv/ur gevur loyvi til og sjálv/ur slært upplýsingarnar inn, verða eisini hesi viðgjørd: Navn, telefonnummar, teldupostur, bústaður og gjaldsupplýsingar. Hetta verður oftast gjørt í sambandi við upprættan av innritan ella keyp.
Trygd
Vit viðgera tínar persónsupplýsingar á tryggan hátt og í trúnaði samsvarandi galdandi lóggávu um persónsupplýsingar. Tínar upplýsingar verða bert brúktar til tað endamál, sum tær eru heintaðar til og verða strikaðar, tá endamálið er uppfylt ella ikki er viðkomandi longur.
Vit hava sett teknisk og fyriskipanarlig tiltøk í verk fyri at upplýsingar tínar hendiligt ella ólógligt ikki verða slettaðar, almannakunngjørdar, mistar, skerdar ella koma í hendurnar á óviðkomandi, misnýttar ella á annan hátt viðgjørdar á ólógligan hátt.
Endamál
Upplýsingarnar verða brúktar til at eyðmerkja teg sum brúkara og vísa tær lýsingarnar, sum mest sannlíkt eru viðkomandi fyri teg, at skráseta keyp og gjaldingar, umframt at kunna veita tær tænastur, sum tú hevur umbiðið, t.d. at senda tíðindabræv.
Harumframt brúka vit upplýsingarnar til at menna okkara tænastur.
Upplýsingarnar verða goymdar so leingi sum lógin loyvir tí og vit sletta tær, tá tær ikki eru neyðugar longur. Tíðarbilið veldst um slag og orsøk til goymslu av upplýsingunum. Tað er tí ikki møguligt at áseta eitt ávíst tíðarbil fyri, nær upplýsingarnar verða strikaðar.
Hvørjum lata vit upplýsingarnar?
Upplýsingar um brúk av heimasíðuni, hvørjar lýsingar tú móttekur og møguliga trýstir á, landafrøðilig staðseting, kyn og aldur v.m. verða latnar víðari til triðjapartar, í tann mun hesar upplýsingar eru kendar. Hvørjar triðjapartar talan er um, ber til at síggja í partinum um cookies omanfyri. Upplýsingarnar verða brúktar til miða lýsingar eftir
Harumframt nýta vit eina røð av triðjapørtum til goymslu og viðgerð av dáta. Hesi viðgera bert upplýsingar fyri okkum og mugu ikki brúka tær til egin endamál.
Persónsupplýsingar sum navn og teldupostur v.m. verða bert latin víðari, um tú gevur loyvi til tað. Vit brúka bert dátuviðgerar í EU ella í londum, sum kunnu geva tínum upplýsingum nóg góða verju.
Innlit og klagur
Tú hevur rætt til at fáa upplýst, hvørjar persónsupplýsingar, vit viðgerða um teg í einum vanligum sniði (dataportabilitet). Harumframt kanst tú, til eina og hvørja tíð, sýta fyri, at upplýsingar verða brúktar. Tú kanst eisini taka samtykki til, at upplýsingar um teg verða viðgjørdar, aftur. Um upplýsingarnar, sum verða viðgjørdar um teg, eru skeivar, hevur tú rætt til at fáa tær rættaðar ella strikaðar. Áheitan um hetta kann gerast til: lina@lina.fo. Um tú vilt kæra okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, hevur tú eisini møguleika til at seta teg í samband við Dátueftirlitið.
Um tú ikki longur vilt, at vit skulu viðgera tínar persónsupplýsingar, ella at vit skulu avmarka viðgerðina av teimum, kanst tú eisini senda okkum eina áheitan um hetta til omanfyri nevnda teldupost.
Útgevari
Heimasíðan er ogn hjá og útgáva hjá:
Lina.fo
Undir Gørðum 2
625 Glyvvrar
Telefon: 298222451
Teldupost: lina@lina.fo