Okkara seymimaskinur

Hjá Lina.fo selja vit dygdar seymimaskinur frá m.a. Bernina og Juki.
Vit kunnu veita bæði seymi- og broderimaskinur, overlockarar og coverstitch, umframt nógv sløg av tilhoyri til hesi.

Vit samarbeiða við Leif Jensen & Co A/S, sum hava egnan seymimaskinuverkstað og eru av teimum dugnaligastu, innan sítt øki, í Danmark. Við jøvnum millumbilum fáa vit vitjan av einum av teirra serfrøðingum, sum ger eftirlit og umvælingar á øll sløg av seymimaskinum.

Tá tú keypir eina maskinu frá okkum, fært tú upplæring í at brúka hana og tú ert sjálvandi altíð vælkomin at spyrja okkum, um tú ivast í onkrum við maskinuni. 

Niðanfyri eru nøkur hent ráð, tá tú skalt velja tær nýggja seymimaskinu.

Hevur tú spurningar ella kanska eina seymimaskinu, sum skal eftirhyggjast ella umvælast, ber til at skriva til okkum niðast á hesari síðuni. Tú ert sjálvandi altíð vælkomin at ringja til okkum eisini.

Um tú ert nýbyrjari innanfyri seyming, er ikki so lætt at vita, hvørja seymimaskinu tú skalt velja.

Tá hevur tú lítlar og ongar royndir, sum fortelja tær hvat tú skalt leggja dent á við tínari maskinu og ert kanska í iva um, hvussu nógv tú fert at seyma og hvat tú hevur brúk fyri at hon skal kunna.

Fyri onkran er rætta loysnin ein heilt einføld mekanisk maskina, har ein skal seta seg inn í so lítið tekniskt sum møguligt, meðan tað fyri onnur er ein vanlig elektronisk maskina, sum er løtt at læra at brúka,  eisini tá tú ert nýbyrjari.

Ein mekanisk seymimaskina er ein siðbundin seymimaskina uttan nakran skíggja e.l.

Seymir, seymbreidd og stinglongd verða vald mekaniskt, ofta við einum hjóli ella knøtti, sum tú snarar.

Ein mekanisk seymimaskina ger onki eyka fyri teg og tí eru fleiri, sum halda tað vera eitt sindur stríggi at brúka hana. Hon hevur oftast færri valmøguleikar viðv. stillingum eisini.

Ein elektronisk seymimaskina hevur fleiri funkur enn tú vanliga fært við einari mekaniskari maskinu og hevur oftast ein skíggja, sum vísir stillingar v.m.

Lættari er at velja seymir og neyvari stillingar av seymbreidd og stinglongd.

Á einari elektroniskari seymimaskinu velur tú ofta seymirnar við at velja eitt nummar á maskinuni. Tá tú hevur valt ein seym, stilla nógvar av hesum maskinum stinglongd og stingbreidd av sær sjálvum. Eisini viðvíkjandi nálapositión og um nálin er uppi ella niðri, tá tú steðgar at seyma, eru vanliga fleiri møguleikar við tí elektronisku seymimaskinuni.

Hóast nógvar elektroniskar  seymimaskinur í dag eru sera framkomnar, finst eisini eitt gott úrval av elektroniskum seymimaskinum, sum eru vælegnaðar til nýbyrjaran.

 

Ert tú ein av teimum meira royndu innan seyming og hevur eina seymimaskinu frammanundan, er umráðandi at hugsa um, at tað sjálvdan er nøktandi við einari maskinu, sum kann minni enn tann, ein er vanur við. 
Hugsa um hvat tú mest brúkar á maskinuni sum er, og hvat kanska kundi gjørt seymingina lættari við einari nýggjari maskinu. 

Av hentum funkum kunnu fleiri nevnast, sum kunnu hava stóran týdning.

  • Eitt gott ljós (t.d. LED-ljós)
  • Nálin steðgar uppi/niðri
  • Nálastilling 
  • Nálatráðari
  • Automatisk knapphol
  • Automatisk hefting
  • Automatisktur tráðklippari
  • Yvirtransportørur
  • Seyming uttan fótpedal
  • og góðar strekkseymir, sum nógv spyrja eftir

Nøkur hava brúk fyri maskinum við eyka longum fríarmi, tí tey seyma patchwork og kvilta. Hesar fáast eisini í nøkrum førum við BSR-fóti (Bernina Sting Regulator), sum er sera hentur til fríhendiskvilting, tí stinglongdin verður stilla av einum sensori, sum mátar hvussu skjótt tilfarið verður flutt á seymiborðinum á seymimaskinuni. Onnur hava tørv á einari seymimaskinu, sum orkar væl at seyma ígjøgnum fleiri tjúkk løg av tilfari osfr. Tí er oftast best at binda um heilan fingur og kanska gjalda meira enn ætlað fyri røttu maskinuna, heldur enn at angra keypið, tí hon ikki lýkur krøvini til tín tørv.

 

Ver realistisk/ur um hvør tín tørvur er, tá tú tekur avgerð um hvørja maskinu tú skalt keypa.

Samband

Scroll to Top