Seymiskeið

Seinastu árini er áhugin fyri seyming, bæði úr nýggjum og úr endurnýtslutilfari, nógv vaksin. Hóast nógvur íblástur er at finna bæði rundan um okkum og á alnótini, so eru vit framvegis nógv, sum eru glað fyri møguleikan til at luttaka á stuttum skeiðum við persónligari undirvísing.

Á hesari síðuni ber til at síggja, hvørji skeið vit fara at hava í næstum. 

Treytað av eftirspurningi, kann talan kann verða um:

  • seyma klæðir
  • gera grundmynstur eftir egnum máti
  • seyma taskur o.o. smá ting
  • læra ymiskar patchworkteknikkir
  • endurnýtslu/nýnýtslu
  • læra at brúka seymimaskinu/overlockara

Um okkurt av hesum hevur tín áhuga, ert tú vælkomin at skriva til okkum niðanfyri, so tú kanst fáa ein teldupost, tá nýtt er at frætta um hetta.

Er skeiðið, sum hevur tín áhuga, lýst niðanfyri, ber til at melda teg til online beinanvegin.

Kunning

  • Gjald fyri skeiðið verður goldið online við tilmelding.
  • Upplýsingar um hvar skeiðið verður hildið, verður upplýst í lýsingini av skeiðnum.
  • Tú skalt hava tína egnu seymimaskinu við, um ikki annað er avtalað. Tað er umráðandi at maskinan virkar.
  • Tilmeldingin er bindandi og inngjald fyri skeiðið verður ikki afturgoldið, um tú avlýsir 30 dagar ella minni áðrenn skeiðið. Tó verða undantøk gjørd, um ein á bíðilista vil yvirtaka títt pláss.
  • 1 viku áðrenn skeiðið byrjar fært tú ein teldupost við upplýsingum um hvat tú skalt hava við á skeiðið.
  • Skeiðið verður bert hildið um nóg nógvar tilmeldingar eru. Upplýsingar um minstamark fyri luttøku verður lýst saman við skeiðnum.
  • Um tú hevur goldið fyri eitt skeið, sum verður avlýst vegna ov fáar tilmeldingar, verður skeiðsgjaldið sjálvandi afturgoldið

Ynski um skeið

Scroll to Top