Bókin, “5 Sjove – Tasker med jeansstoffer”, er tann fyrsta í røðini “5 Sjove” eftir Cathrine Staal Axelsen.
Í hesari bókini verður arbeitt við at tengja gamlar jeans uppí patchwork á ein nýggjan og stuttligan hátt. Felags fyri øll modellini í bókini, er nýmótans hondkvilting, sum bæði hevur ein praktiskan og ein estetiskan týdning.
Modellini eru ikki meira torfør, enn at øll, sum hava eitt sindur av royndum við einari seymimaskinu, kunnu vera við.
Bókin, sum er á donskum, hevur 43 síður og er heft.