Baby lock Victory er ein overlockari, sum næstan tráðar seg sjálvan.
Við JetAir lufttráðing til báðar grípararnar (undirtráðirnar) og innbygdum nálatráðara til báðar nálirnar, tekur tað næstan onga tíð at tráða hendan overlockaran.
- Tillagar sjálvur tráðspenningin, so tær ikki nytist at stilla hann.
- Nógvar ymiskar 2, 3 og 4-tráðaðar seymir at velja ímillum
- Stinglongdin kann stillast frá 0,75 til 4,0 mm.
- Differentialtransport, sum gevur møguleika til at strekkja ella rykkja tað, ið seymað verður. Kann stillast frá 0,6 (strekking) til 2,0 (rykking)
- Smalan, stuttan standardfót, sum ger tað lætt at stýra toynum og gevur gott yvirlit.
- Trýst á seymifóti kann stillast
- Seymifóturin kann lyftast 6 mm.
- Kann brúka grovari, pyntiligan tráð í gríparanum, fyri at seta egnan dám á seymin.
- Seymveljara til rulluseym
- Arbeiðsøkið er væl upplýst við 3 LED-ljósum.
- Goymslurúm til tilhoyr undir tráðhaldaranum.