“Patchwork til dig og mig” eftir Lene og Bente Speich.
Í hesari bókini hava rithøvundarnir roynt at gera úrvalið meira breitt enn í fyrru bókini “Sy mere patchwork”.
Í “Patchwork til dig og mig” finnur tú toilettaskur, toiletpungar, borðserviettar, leyparar og sjálvandi eina rúgvu av patchworkteppum.
Bókin hevur mynstur til bæði hond- og maskinseyming, umframt gjøgnumgongd av fleiri ser-linialum. Hon vendir sær til bæði nýbyrjarar og til tín, sum hevur seymað í nógv ár.
Aftast í bókini eru fleiri síður um tilhoyr og tilfar til patchwork, umframt vegleiðingar til montering, kvilting o.m.a.
Bókin er á donskum, innbundin og hevur 160 síður.