Hetta er eitt grundskeið í overlockarum, sum verða tráðaðir við luft/automatiskt.
- Skeið 2: mikudag 15. februar 2023 kl. 17 – 21.
Á hesum skeiðnum lærir tú tað mest grundleggjandi við overlockaranum.
- At viðlíkahalda maskinuna
- At tráa maskinuna
- At brúka ymiskar seymir á overlockaranum
- At seyma í ymiskum sløgum av toyi
- Eitt sindur um nálir og tráð
- Gevið Gætur! Skeiðið hendan dagin er bert ætlað til overlockarar, sum verða tráðaðir við luft/automatiskt.
(Skeið í overlockara sum verður tráðaður við hond/manuelt, finnur tú eisini her á síðuni)
- Kostnaður: 550 kr.
- Stað: Frúutrøð 14 í Tórshavn
- Luttakarar: 6
- Undirvísarar: Elin Lindenskov og Anna Berit Hjalmarsdóttir
Tú kanst melda teg til skeiðið antin við at:
- Keypa og gjalda fyri skeiðið her á nethandlinum, ella
- Ringja til Annu Berit Hjalmarsdóttir á tlf. 222451 ella til Elin Lindenskov á tlf. 211442 eftir kl. 16.
Tilmeldingin er galdandi, tá luttakaragjaldið er goldið.
Vinarliga les treytirnar viðv. keypi av skeiði á hesum leinkinum.