Ein sera fitt “stitchery” bók, sum er fyrsta bókin eftir Rosane Paiva Mortensen.
65 síður við 12 ymiskum myndum úr náttúruni og góðum vegleiðingum um bæði tilfar, litir og stingir, sum verða brúkt.
Rosane kemur upprunaliga úr Brasilien og hevur búð í Danmark síðani 2003.
Í 2006 gjørdist hon sera hugtikin av hesum arbeiðsháttinum, har ein kann brúka flest allar tekningar til flott ting við nógvum litum og ymiskum broderistingum.
Rosane vónar, at bókin gevur øllum íblástur, so tey eisini gerast bitin av hennara “stitchery-heimi”, sum hon tekur til.
Bókin er útgivin av Kratte.dk
Janne Juul og Dorthe Jollmann hava staðið fyri tekningum, myndum og uppseting.